Disney mótmælti ikki Disneyland After Dark

Disney mótmælti ikki Disneyland After Dark
Men hví broytti danski rokkbólkurin navnið? Ta søguna sigur Søren Alfred Olsen, ið hevur havt stóra ávirkan á grafiska samleikan hjá D.A.D., okkum í samrøðu mikumorgunin
Grafikkur í tónleiki er í útvarpinum mikumorgunin 16. september klokkan 10.
 
15.09.2026 - 14:38

Seinasta vikuskiftið í august varð Norðfestivalurin hildin á Viðareiði, og tað var við danska rokkbólkinum D.A.D. sum høvuðsnavni.

Sunnudagin eftir festivalin fekk eg høvið at hitta Søren Alfred Olsen, sum eisini er kendur sum Mand Overbord. Og Søren, ið er útbúgvin grafikari, hevur havt stóra ávirkan á visuella samleikan hjá D.A.D.

Í samrøðuni sigur hann okkum eitt nú søguna um, hví Disneyland After Dark broytti navnið til D.A.D., samstundis sum hann eisini sigur okkum, hvussu bólkurin hátíðarhelt 40 ár í tónleikavinnuni.

Og so nemur Søren eitt nú eisini við samstarvið við Kim Larsen, sum hann kendi frá sínum barna- og unglingaárum í Kerteminde.

Grafikkur í tónleiki, í útvarpinum mikumorgunin klokkan 10 og á KVF Ljóð, tá ið tað passar tær.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890