Evropeisk lond skulu hava sítt egna trygdarráð

Evropeisk lond skulu hava sítt egna trygdarráð
Forkvinnan í ES-nevndini mælir til stórar broytingar í trygdarviðurskiftunum í Evropa
Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, á røðarapallinum í ES-tinginum.
Mynd: Yves Herman/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
16.09.2026 - 08:47

Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini,  fer at skjóta upp stórar broytingar í trygdarviðurskiftunum í Evropa, tá hon í morgun tekur orðið í ES-tinginum, skrivar tíðindaheimasíðan Euractiv.

Euractiv skrivar, at tey hava fingið uppskot til røðuna um støðuna í samveldinum, sum forkvinnan í ES-nevndini fer at halda í morgun.

Tey skriva, at Ursula von der Leyen fer at mæla til, at leiðarar í ES-londum, Ukraina, Bretlandi, Noregi, Kanada og øðrum londum eiga at skipa nýggja samgongu, sum skal samskipa handfaringina av vaksandi trygdarhóttanum.

- Hetta er uppaftur meira átrokandi nú, tá ræður um slag av hóttanum og umfatandi vandum í løtuni. Tí vilja vit leggja okkara hugskot fram um at stovna eitt evropeiskt trygdarráð, stendur í uppskotinum til røðuna.

 

Somu skipan sum NATO

ES eigur eisini at hava somu skipan, sum er ásett í grein fýra í NATO-sáttmálanum, har álop á eitt limaland er álop á onnur ES-lond.

Umframt ES-tinglimir og ES-kommisserar, verður ein serligur gestur í ES-tinginum í morgun. 

Tað er kanadiski forsætisráðharrin, Mark Carney, nú Kanada í alt størri mun hyggur móti ES sum strategiskum samstarvsfelaga, nú ruðuleiki valdar í viðurskiftunum við USA.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329