- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lokarennan verður boðin út í næstum

Tað dregur út at gera Fjøruvegin í Runavík lidnan.
Borgarstjórin, Tórbjørn Jacobsen, væntar, at lokarennan verður klár at bjóða út um umleið fýra vikur.
Nú er ikki meiri enn gott ár eftir, til freistin at fáa stuðul frá landinum, gongur út.
Tórbjørn Jacobsen.
Gjørdu avtalu í 2020
Í 2020 gjørdu Runavíkar kommuna og Fíggjarmálaráðið avtalu um at gera nýggjan Fjøruveg í Runavík, í sambandi við Eysturoyartunnilin.
Runavíkar kommuna skuldi gera og hava ábyrgdina av nýggja Fjøruvegnum, men landið skuldi stuðla verkætlanini við 55 milliónum krónum, so hvørt sum arbeiðið varð gjørt.
Ein partur av arbeiðnum er gjørt, men okkurt er eftir, m.a. ein betongtunnil ella lokarenna.
Skuldi vera liðugur í 2024
Eftir avtaluni skuldi Fjøruvegurin vera liðugur í 2024, men hann er ikki liðugur enn. Og lógin um stuðul til vegin fer úr gildi við árslok 2027.
Helvtin av verkætlanini er gjørd, og Tórbjørn Jacobsen er vónríkur um, at tað, sum er eftir at gera, eisini verður gjørt.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. Haldið okkum til góðar, at ljóðgóðskan í samrøðuni við Tórbjørn Jacobsen, sum er staddur uttanlands, er ikki tann besta:


























