Lea Eyðbjørg: "Mítt lív kennist sum ein filmur"

Lea Eyðbjørg: "Mítt lív kennist sum ein filmur"
Songfuglurin hevur vunnið seg inn á danskar útvarpsrásir, og hon hevur í tveimum umførum verið Ugens uundgåelige á P3
Lea Eyðbjørg Janusardóttir Trúgvason ger av álvara um seg á danska tónleikapallinum
Mynd: Bárður Veihe  
 
18.09.2026 - 09:53

Lea Eyðbjørg hevur føroyskar røtur, men er uppvaksin í Danmark.

Hon dylur tó ikki fyri, at føroyski samleikin altíð er við henni.  

- Tá eg eri í Danmark, føli eg eini síðu av mær sjálvari, sum hini ikki hava. Tað er ein grundfest ró, ið kemur av míni føroysku rót. 


Mynd: Bárður Veihe

 

Lítið kennist sum ein filmur
Seinastu árini hevur hon arbeitt seg fram á danska tónleikapallinum við sínum persónliga popptónleiki.

Sangir um kærleika, longsul, iva og alt tað, sum ikki altíð er so lætt at seta orð á.

Alsamt fleiri hava fingið eyguni og oyruni upp fyri henni.

- Mítt lív kennist sum ein filmur, sigur Lea Eyðbjørg, sum hevur ilt við at trúgva, hvussu skjótt og væl alt hevur gingið í seinastuni.


Mynd: Bárður Veihe

 

Deyðin farin at fylla
Hon verður tráðspæld á DR rásini P3, hon hevur staðið á palli á Roskilde og støðugt lata nýggja hurðar seg upp.

Heldur óvæntað hevur eitt nýtt evni sníkt seg inn í tekstuniversið hjá 25 ára ungu Leu Eyðbjørg.

Deyðin er farin at fylla alt meir.

- Onkuntíð hugsi eg, at nú gongur alt so væl, at okkurt ræðuligt fer at henda.

Hetta eru tankar, ið hon roynir sítt ítarsta at blaka frá sær. 

- Eg veit væl, at slíkt tankameldur ikki kann brúkast til nakað skilagott, sigur Lea Eyðbjørg, sum eisini tekur undir við útsøgnini, at vit pínast nógv meir í høvdinum enn í veruleikanum.


Mynd: Bárður Veihe

 

Í Studio 5 fregnast vit um føroysku røturnar, um sangskrivingina og um eina tónleikaleið, sum av álvara er farin at taka dik á seg.

Harumframt verða tríggir sangir spældir Beinleiðis úr Studio 5.

 

Hvat: Beinleiðis úr Studio 5
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjamorgun kl. 9.05 og tá tað passar tær á KVF Ljóð
Hesa ferð: Lea Eyðbjørg


 

1833169





 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938