Tepur meiriluti samtykti at flyta eldradepilin í Kollafirði

Tepur meiriluti samtykti at flyta eldradepilin í Kollafirði
Bergur Robert Dam Jensen í meirilutanum í býráðnum átti uppskotið, og tað var samtykt við atkvøðunum hjá Heðini Mortensen í meirilutanum og býráðslimunum í minnilutanum
Bergur Robert Dam Jensen, býráðslimur í meirilutanum í Tórshavnar býráð, átti uppskotið um at flyta ætlaða eldradepilin i Kollafirði, og tað var samtykt við teprum meiriuta.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.09.2026 - 12:43

 Eldradepilin, sum Tórshavnar kommuna ætlar at byggja í Kollafirði, bleiv seint í gjárkvøldið knappliga fluttur.

Ein tepur meiriluti - uttan um borgarstjóran - samtykti uppskot frá einum býráðslimi um at broyta staðsetingina.

Bergur Robert Dam Jensen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, sum er í meirilutanum, átti uppskotið.

Í nógv ár hevur verið tosað um at byggja ein eldradepil í Kollafirði. Hann skal byggjast á Todnesi.

Arbeiðið er tó ikki komið í gongd, og nú hevur Bergur Robert Dam Jensen, sum er kollfirðingur, mist tolið.

 


Elsa Berg, borgarstjóri. Orðaskiftið í býráðnum í gjárkvøldið vísti, at samgongustevið á Vaglinum er ikki gott. 

 

Fór móti sínum egnu

Á býráðsfundinum í gjárkvøldið fór hann ímóti sínum egnu - hann vildi flyta staðsetingina - frá Todnesi til Norðeki - og býráðslimurin segði seg hava staðbundnu nevndina fyri Kollafjørð aftan fyri seg:

Men býráðsmeirilutin - sum Bergur Robert Dam Jensen also er partur av - vildi als ikki kennast við uppskotið, og vildi heldur ikki taka undir við tí.

Tá avtornaði var uppskotið um at flyta eldradepilin samtykt. Umframt Berg Robert Dam Jensen atkvøddi Heðin Mortensen í meirilutanum og býráðslimirnir í minnilutanum fyri, og tað var samtykt. 

Orðaskiftið um málið vísti, at samgongustevið á Vaglinum er ikki gott, og borgarstjórin, Elsa Berg, tosaði eisini við stórum bókstavum. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

18092026_Eldradepil_i_Kollafirdi

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303