Arbeiða enn við ítróttahøll á Strondum

Arbeiða enn við ítróttahøll á Strondum
Málið kemur fyri á kommunustýrisfundi hósdagin
Í 2023 játtaði Sjóvar kommuna átta milliónir krónur til at fyrirreika og byrja arbeiðið at byggja ítróttahøll.
 
21.09.2026 - 08:31

Arbeitt verður enn við at fáa ítróttahøll á Strondum.

Málið er á skránni fyri kommunustýrisfundin hósdagin.

Bygginevndin mælir til, at byggiskráin verður góðkend og arbeiðið boðið út. 

Borgarstjórin fer at biðja um, at málið verður viðgjørt fyri afturlatnum durum, tí nøvn á møguligum tilboðgevarum kunnu vera nevnd á fundinum.

 

Byrjaði í 2022

Longu í 2022 var farið av álvara at tosa um høll á Strondum.

Í 2023 játtaði Sjóvar kommuna átta milliónir krónur til at fyrirreika og byrja arbeiðið at byggja ítróttahøll.

Tá var sagt, at staðsetingin verður sunnan fyri bygdarhúsið á Strondum. 

Og, at Sjóvar kommuna hevur keypt lendi til høllina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775