Fólkaskúlaráðið: Forskúlar mugu hava námsætlan

Fólkaskúlaráðið: Forskúlar mugu hava námsætlan
Ráðið er sannført um, at arbeiðast skal víðari við at menna forskúlatilboðið í Føroyum
 
14.01.2014 - 08:03

Tað er umráðandi, forskúlin fær eina námsætlan. Serliga tí tað er so ymiskt, hvussu arbeitt verður í forskúlunum í dag. Og nú kunngerðin um forskúlar er komin, hevur tað skund at geva møguleika fyri víðari menning.Tí eigur ein arbeiðsbólkur við tveimum námsfrøðingum og tveimum lærarum at gera uppskot um námsætlan. 

Tað heldur Fólkaskúlaráðið í frágreiðingini "Eygleiðingar í forskúlunum", sum Fólkaskúlaráðið gav landsstýrismanninum í mentamálum í síðstu viku.  

Seta arbeiðsbólk

Tá arbeiðsbólkurin, sum Fólkaskúlaráðið mælir til at seta, er liðugur við uppskotið, eiga avvarðandi fakbólkar at fáa uppskotið til hoyringar. Sambært eygleiðingunum í forskúlunum hava starvsfólkini góða útbúgving, innandura eru umstøðurnar í flestu forskúlunum góðar, men ikki úti.

Tey, sum eygleiddu og skrivaðu frágreiðingina um forskúlarnar, eru samd og sannførd um, at arbeiðast skal víðari við at menna forskúlatilboðið í Føroyum. Tey leggja tó dent á, at treytirnar um vælútbúgvið starvsfólk, góða normering og mennandi innandura og uttandura umstøður mugu haldast, tá forskúlar skulu skipast.  

Námsætlan

Og forskúlin skal hava eina námsætlan eins og fólkaskúlin og miðnámsskúlin hava. Fýra forskúlar eru í Føroyum, í Sankta Frans skúla í Havn, í Kelduni í Skálabotni, í Skála skúla, og Skúlaspírin er í Leirvík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Fríggjadag 16. januar
Breddin: Støðulýsing um Iran
202763
Fríggjadag 16. januar
Morgunlestur fríggjadagur 16.januar 2026
202445
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571