- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj ítróttahøll á Strondum um trý ár
Nýggj ítróttahøll á Strondum um trý ár
Á kommunustýrisfundi hósdagin skal bygdaráðið í Sjóvar kommunu góðkenna byggiskránna, og so skal arbeiðið bjóðast út

Ætlanin er at byggja ítróttahøllina sunnan fyri bygdarhúsið á Strondum.
21.09.2026 - 13:00
Nýggj ítróttahøll á Strondum verður skjótt veruleiki.
Á kommunustýrisfundi hósdagin skal bygdaráðið góðkenna byggiskránna, og so skal arbeiðið bjóðast út.
Hans Anders Jacobsen.
Hans Anders Jacobsen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, sigur, at hetta er ein gamal dreymur. Og gongst sum ætlað, verður høllin liðug um trý ár.
Strendur er hondbóltsbygd, og tað verður serliga Stranda Ítróttafelag, StÍF, sum skal brúka høllina.
StÍF hevur í meir enn 40 ár havt heimavøll í høllini á Skála.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
21092026_Holl_a_Strondum
Hans Anders Jacobsen vil ikki siga, hvussu nógv nýggja høllin fer at kosta, men hann vónar, at høllin kann standa liðug um eini trý ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























