- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stórtalent tikin út til A-landsliðið

Bert 17 ára gomlu Kára Sigurðsson og Sara Benjaminsen hava fingið A-landsliðsboð fyri fyrstu ferð.
Tær báðar skulu við til tveir venjingardystir á útivølli ímóti Andorra fyrst í oktober, sum eru liður í fyrireiking til Baltic Cup í Estlandi seinni í vetur, skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum.
Fyrrverandi spælararnir hjá ávíkavist KÍ og Skála umboða nú FC Nordsjælland og hava longu fingið sínar fyrstu minuttir á besta liðnum hjá danska felagnum, har tær annars spæla fast á U19-liðnum.
Landsliðsvenjarin Pætur Smith Clementsen hevur tikið 19 spælarar út til venjingardystirnar 9. og 12. oktober.
Føroyski hópurin
Málverjar
Gunnvá Lutzen, HB
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Verjuspælarar
Birita Ryan, KÍ
Mona Rasmusdóttir, Víkingur
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
Teresa Jacobsen ULM Warhawks (USA)
Natalia Dansdóttir Olsen, Víkingur
Miðvallarar
Durita Hummeland, KÍ
Eyðvør Klakstein, KÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Maria V Johansen, KÍ
Heidi Sevdal, KÍ
Eydna Olsen Dalheim, Víkingur
Sara Benjaminsen, FCN (Danmark)
Jancy Mohr, KÍ
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur
Anna C Brændstrup, OB (Danmark)
Framherjar
Brá Zakariasardóttir, HB
Kára Sigurðsson, FCN (Danmark)





















