- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skipsboð

Skipsboð
21-10-2026
Kappingin hesuferð er millum línubátin Dalsenni og útróðrarbátin Vónarljós
Hesuferð er kappingin millum tveir bátar, ið hava fingið nýggjar eigarar í ár. Línubátin Dalsenni, sum júst í heyst hevur fingið nýggjar ungar eigarar, og sum er um at vera klárir til fyrsta túrin.
Heimstaðurin er Haraldssund, og talsmaður umborð á Dalsenni er 24 ára gamli skiparin, Johannes Nybo.
Og hin báturin verður 84 ára gamli útróðrarbáturin Vónarljós við heimstaði í Klaksvík, og sum samstundis er elsta fiskifarið í flotanum, og har verður tað skiparin, Heri Vang, ið verður talsmaður, og hann keypti annars bátin við ársbyrjan.

Skipsboð
Skipsboð er ein spurnarkapping millum skip innan alskyns vinnur, ið verður send mikumorgnar klokkan 10. Og so at siga allir spurningarnir snúgva seg so ella so um skip og sjógv og tað, ið har til hoyrir.
Skip kunnu tekna seg til kappingina á teldupostbústaðinum skipsbod@kvf.fo
Gunnar Nolsøe leggur til rættis.
Spurnarkapping millum verksmiðjutrolaran Enniberg og uppsjóvarskipið Christian í Grótinum
14-10-2026
Eisini í hesari kappingini stóðu skipini seg sera væl í einari spennandi kapping
30-09-2026
Tað var spenningur í luftini, tá fyrsta spurnarkappingin Skipsboð fór av barkastokki
23-09-2026
