- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lóg um bann móti mismuni á arbeiðsmarknaðinum er á veg

Lógin um javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum kemur 1. januar 2028.
Tí verður miðað eftir, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna.
Ætlanin er at fara undir at gera lógaruppskotið í heyst.
Partarnir á arbeiðsmarknaðinum og aðrir viðkomandi partar, so sum MEGD, skulu takast við upp á ráð, sigur landsstýriskvinnan í svari til Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu.
Javnviðgerðarlógin fer at áseta bann móti mismuni á arbeiðsmarknaðinum.
Bara førleikar skulu vera avgerandi
Førleikarnir, og bara førleikarnir, gera av, um fólk skal fáa boðið eitt leyst starv ella flytast í hægri starv.
Øll okkara grannalond hava lóggávu, sum tryggjar javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum.
Lóggávan byggir á arbeiðsfyriskipanina hjá ES, sigur Margit Stórá.
Eyðgunn Samuelsen sigur, at kommunur eru, sum halda fast við fráfaringaraldurin 70 ár.



























