Varafólk taka sæti á tingi

Varafólk taka sæti á tingi
Beinta Løwe er komin á ting fyri Ruth Vang, og Haraldur Símunarson Hammer hevur tikið sæti fyri Helga Abrahamsen
Beinta Løwe og Ruth Vang.
Mynd: Løgtingið.  
 
22.09.2026 - 16:15

Tvey varafólk hava tikið sæti á tingi í dag.

Ruth Vang í Framsókn er farin í farloyvi, og Beinta Løwe, sum er næst á listanum, hevur tikið sæti fyri hana.

Beinta Løwe fekk 245 atkvøður á seinasta løgtingsvali.

Ruth Vang boðar frá, tá hon aftur tekur sæti á tingi.

Helgi Abrahamsen í Sambandsflokkinum er á ST-aðalfundi í New York í hesum døgum, og næstimaður á Sambandslistanum, Haraldur Símunarson Hammer, hevur tikið sæti á tingi fyri hann.

Haraldur Símunarson Hammer fekk 198 atkvøður á løgtingsvalinum 26. mars.

 


Haraldur Símunarson Hammer og Helgi Abrahamsen. (Mynd: Løgtingið)

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485