Vandu álvarsliga flogvanlukku

Vandu álvarsliga flogvanlukku
Løgregla, sjúkraflutningur og aðrar tilbúgvingareindir vóru seinnapartin við í stórari venjing á flogvøllinum, har samstarvið millum ymsu partarnar skuldi roynast.
22.09.2026 - 19:26

Eitt flogfar við 150 fólkum var farið út av flogbreytini. Tað var ímyndaða støðan, sum tilbúgvingin á flogvøllinum skuldi handfara undir stórvenjingini í dag.

Endamálið var millum annað at royna, hvussu tilbúgvingareindirnar arbeiða saman, tá ein størri vanlukka hendir.

Løgregla, sjúkraflutningur og aðrir partar av tilbúgvingini vóru við, og arbeitt varð millum annað við at fáa yvirlit yvir støðuna og hjálpa teimum, sum í venjingini vóru komin til skaða.

Venjingin skal nú eftirmetast, so greiða kann fáast á, hvat riggaði væl, og hvat kann gerast betur, um ein álvarslig vanlukka skuldi hent í veruleikanum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666