Ákærdur fyri skjalafalsan og embætismisnýtslu

Ákærdur fyri skjalafalsan og embætismisnýtslu
Tilsamans eru tíggju punkt í ákæruritinum móti fyrrverandi landsapotekaranum, og ákæruvaldið krevur fongsulsrevsing
Hjalti Gunnarstein, fyrrverandi landsapotekari, er ákærdur fyri skjalafalsan og embætismisnýtslu, og ákæruvaldið fer at krevja fongsulsrevsing.
 
24.09.2026 - 13:13

Nú fyrrverandi landsapotekarin er ákærdur fyri skjalafalsan og embætismisnýtslu.

Tilsamans tíggju punkt eru í ákæruritinum móti Hjalta Gunnarstein.

Í høvuðsheitum snúgva ákærurnar seg um, at landsapotekarin ólógliga hevur fingið útflýggjað heilivág frá Tjaldurs Apoteki í Havn.

Sambært ákæruritinum er lógarbrotið farið fram við, at landsapotekarin hevur brúkt navnið hjá einum pensjóneraðum lækna, sum ikki longur hevur heimild at útskriva heilivág. Navnið á læknanum hevur landsapotekarin sett á reseptir, sum hann síðani hevur brúkt til at fáa fatur á reseptheilivági á apotekinum.

Ákæruvaldið hevur savnað saman átta ítøkilig dømi, tíðarskeiðið frá 12. januar 2023 til 14. mai 2025.

 

Heilivágur fyri pínu og blóðtrýst

Talan er í høvuðsheitum um pínulinnandi heilivág, heilivág fyri høgt blóðtrýst og hjarta, antibiotika og salva fyri húðsjúkur. Nøgdirnar av heilivági hava verið alt frá 20 til 350 tablettir hvørja ferð.

Harumframt er eitt ákærupunkt meira breitt orðað. Tað snýr seg um, at landsapotekarin í tíðarskeiðnum frá 28. apríl 2016 til 10. juni 2021 í minsta lagi í 20 førum skal hava brúkt somu mannagongd - at seta navnið á einum pensjóneraðum lækna á eina resept - til at útvega sær heilivág frá Tjaldurs Apoteki.

Hesi viðurskifti eru øll at rokna sum skjalafalsan, og verður landsapotekarin ákærdur fyri tað.

Tað verður gjørt, vísandi til grein-171 í revsilógini, sum nágreinar, hvat skjalafalsan er. Revsingin fyri skjalafalsan er sekt ella fongsul upp í tvey ár. Men er talan um grova skjalafalsan, ella er hon gjørd ofta, kann revsingin vera fongsul upp í seks ár.

 

Ákærdur fyri at misnýta embætið

Landsapotekarin er serligt embæti við víðum heimildum. Og Hjalti Gunnarstein er eisini ákærdur fyri at hava misnýtt sítt embæti.

Fyri hetta brot er hann ákærdur eftir grein-155 í revsilógini, sum snýr seg um embætismisnýtslu.

Grein-155 sigur, at "Misnýtir onkur, sum virkar í tænastu ella starvi hjá tí almenna, starv sítt til at gera seg inn á rættin hjá privatum ella tí almenna, verður hann revsaður við sekt ella fongsli í upp til 4 mánaðir. Verður tað gjørt fyri at vinna sær ella øðrum fyrimun, ið eingin rættur er til, kann revsingin vera upp í 2 ára fongsul."

 

Krevur fongsulsrevsing

Ákæruvaldið krevur fongsulsrevsing. Katrin Thorsvig Hansen vil ikki upplýsa neyvari enn tað.

Sambært høvuðsákæranum verður málið ført sum eitt "játtanarmál" - tað vil siga, at ákæruvaldið væntar, at landsapotekarin játtar seg sekan. Katrin Thorsvig Hansen fær tó ikki upplýst, um tað eisini verður so.

Jógvan Páll Lassen, verji hjá Hjalta Gunnarstein, fær ikki sagt enn, um fyrrverandi landsapotekarin játtar seg sekan. 

Hjalti Gunnarstein segði seg sjálvur úr starvi sum landsapotekari 17. februar í ár. Hann stóð tá til at vera burturvístur úr starvinum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585