Toskakvotan á Flemish Kap minkar 650 tons

Toskakvotan á Flemish Kap minkar 650 tons
Minni toskur á Flemish Kap og aftur loyvt at fiska rækjur á Grand Bank
Kkakkur er eitt av frystlínuskipunum, sum plaga at royna á Flemish Kap.
 
29.09.2026 - 06:21

Minni toskur á Flemish Kap og aftur loyvt at fiska rækjur á Grand Bank.

Tað var úrslitið á ársfundinum hjá Northwest Atlantic Fishery Organization,NAFO, í Vilnius í Litava.

Heildarkvotan av toski á Flemish Kap verður 18 prosent minni næsta ár enn í ár. Hon verður 12.452 tons næsta ár, og av teimum er føroyski parturin 2783 tons.

Hann er 3.433 tons í ár.

Toskastovninum hevur verið skiftandi, síðani latið var upp aftur fyri fiskiskapi í 2010. 

Londini í NAFO eru samd um at lata toskastovnin koma fyri seg við at hava varligt veiðitrýst.

Føroyar eiga haraftrat 63 tons av toski á Grand Bank, 23 tons meira enn í ár.

Og nú verður aftur loyvt at fiska rækju á Grand Bank.

Har hevur annars verið veiðibann síðani 2015.

 

Nøkur fá tons

Men stór er kvotan ikki næsta ár, hjá Føroyum er hon 18 tons.

Føroyar hava tó, áðrenn veiðibannið kom í 2015, fleiri ferðir mótmælt býtinum.

Føroyska støðan er, at Føroyar fingu ov lítið, tá fyribils býti var gjørt í 1999.

Tí Føroyar hava søgulig veiðitøl at vísa á. Tað hava onnur limalond ikki.

Kvoturnar av svartkalva og kongafiski eru eisini lítlar næsta ár, ávikavist 182,8 tons og 69 tons. 

NAFO er millumtjóða fiskiveiðifelagsskapur fyri útnyrðingspartin í Atlantshavinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Týsdag 3. november
Tá minan brast á skúlaloftinum í Dali
215840
Týsdag 3. november
Breddin: Miðskeiðisvalið í USA
215831
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860