- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sement 2026: "Undirtøkan er merkiliga góð"

Tit hava flutt Sement frá várinum til heystið - frá apríl til oktober. Hví?
»Tað er simpulten tí, at tað lá í ov tætt upp at bæði FMA og SPOT Festivalin, sum er ein av vinningunum. Í oktober er meir luft, og tað sker ikki so nógv annað hesa tíðina. Og so fáa fólk eisini vant fram til Spot Festivalin heldur enn at leypa avstað í óðum verkum vikuna eftir Sement.«
Hvussu er undirtøkan fyri Sement í ár?
»Hon er merkiliga góð. Eg kenni bara fimm bólkar, so nógv tann størsti parturin av lutakarunum eru heilt nýggj nøvn. Og tað merkir bara, at tað er lív í okkara tónleikaumhvørvi.«
"Sement er fyrst og fremst ein vitnisburður um framtíðina innan føroyskan tónleik. Tú fært eitt innlit í, hvat rørir seg."
Hergeir Staksberg, fyriskipari av Sement
Hvat kunnu fólk vænta sær av Sement í ár?
»Sement er fyrst og fremst ein vitnisburður um framtíðina innan føroyskan tónleik. Tú fært eitt innlit í, hvat rørir seg. Tú verður yvirraskaður. Og so er tað eisini kappingarelementið, sum ger tað spennandi, og sjálvandi eisini tann góði og konstruktivi stemningurin, ið altíð er til Sement.«
Tunghoyrt fekk sítt gjøgnumbrot við luttøkuni á Sement í 2025 og eru í dag at rokna millum okkara fremstu rokkorkestur (Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré)
Hvat er endamálið við Sement?
»Sement er bæði ein kapping, førleikamenning og ein showcase. Tórsgøta er ein vistskipan fyri tónleik. Vit hava venjingarhøli, har tú kann venja og skapa tónleik; tú kann royna tilfarið á Open Mic og luttaka við tí á Sement; tú kann eisini spæla á okkara pallum í Reinsarínum og Perluni, og so húsast FMX á loftinum í Reinsarínum, har tú kann fáa ráðgeving í samband við útflutning av tínum tónleiki. Í hesari vistskipan er Sement ein sera týdningarmikil liður. Tú kann bara hyggja at FMA í fjør, og hvussu nógv av nøvnunum, ið vóru tilnevnd til heiðurslønir, hava verið gjøgnum Sement-blandimaskinuna.«
"Tú kann bara hyggja at FMA í fjør, og hvussu nógv av nøvnunum, ið vóru tilnevnd til heiðurslønir, hava verið gjøgnum Sement-blandimaskinuna."
Hergeir Staksberg, fyriskipari av Sement
»Men heilt ítøkiliga, so er Sement til, so at tónleikarar fáa ein pall at vísa sín tónleikin fram fyri fólki. Sement stimbrar undir framleiðsluna av uppruna føroyskum tónleiki, tí hvørt ár vera minst 60 nýggj løg skapt til Sement. Tey luttakandi fáa ráðgeving frá útlendskum serfrøðingum og feedback og góð ráð frá dómarunum og kunnu vinna peningaupphæddir, ið kunnu hjálpa til við at fáa tónleikin innspældan og útgivnan. G! og Voxbotn velja eitt navn at spæla hjá teimum, og so velur Spot Festivalurin, ið er størsti showcase-festivalur í Danmark, eisini eitt navn at spæla á teirra showcase.«

Hvat: Sement, 1. umfar
Hvar: Í Reinsarínum, sjónvarpinum og á kvf.fo
Nær: Leygarkvøldið kl. 20
Luttakarar: Dóttir, Eimyrja, Nettupp, Grótbrotið, Claus í Grund, Rasmus Vigant.
Dómarar: Elinborg Pálsdóttir, Niels Arge Galán, Anna Iachino, Danny Baldursson, Ísak Sambleben og Páll Oddur Rubeksen.
Vertur: Liljan Dalsgaard
Treytir fyri luttøku:
- Bólkurin ella einstaklingurin skal vera føroyskur ella hava fast tilknýti til Føroyar.
- Framførslan má í mesta lagi vara 12 minuttir.
- Øll løg skulu vera egin løg og ikki útgivin frammanundan.
- Ein tónleikari kann luttaka í upp til trimum bólkum. Tó kunnu í mesta lagi tveir tónleikarar ganga aftur í somu bólkum.
- Hevur ein bólkur vunnið Sement, skulu fimm ár ganga, áðrenn sami bólkur kann luttaka aftur.
Sangarin og sangskrivarin Hans Andrias streyk avstað við sigrinum í Sement í fjør (Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré)
Sement-vinnarar:
2025: Hans Andrias
2024: Gówa
2023: Aggrasoppar
2022: Marius DC
2021: Joe & The Shitboys
2020: Tamara
2019: Reality Bites
2018: Fróði Bjarnason
2017: Jasmin
2016: Blusette
2015: Konni Kass
2014: Lyon and The Color Storm
2013: The Absent Silver King
2012: Sleepless Ghosts
2011: Guðrun & Bartal
2010: Hamferð





























