Makrelsamráðingar í London hesa vikuna

Makrelsamráðingar í London hesa vikuna
Norra og ES eru ikki samd um nakað tilboð at hava við til samráðingarnar
 
15.01.2014 - 07:47

Makrelsamráðingar byrja aftur í dag í London.

Ætlanin var, at Norra og ES skuldu hava eitt felags tilboð við til samráðingarborðið í dag, men eingin semja er funnin.

Fiskeribladet/Fiskaren skrivar, at norska stjórnin er ikki sinnað at geva íslendingum og føroyingum meira enn millum átta og tíggju prosent av kvotuni. Maria Damanaki, ES-fiskivinnukommisserur, hevur fyrr skotið upp, at Føroyar fáa 11,9 prosent av kvotuni. 

Ov lítið

Føroyar vrakaðu tilboðið, tí tað var ov langt burtur frá føroyska kravinum. Føroyska kravið er 15 prosent, um makrelurin kann fiskast í sjóøki hjá hinum londunum, ella 24 prosent, um makrelurin bert skal fiskast í føroyskum øki.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur sagt, at útlitini fyri semju eru góð, tí partarnar flyta seg nærri hvør øðrum. Samráðingarumfarið sum byrjar í dag, skal eftir ætlan vara til fríggjadagin.

20 samráðingarumfør hava verið, síðan Føroyar kravdu størri part av heildarkvotuni í 2009.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337
Sunnudag 8. mars
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
205299