- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kirkjugarðin Úti í Grøv verður víðkaður
Kirkjugarðurin Úti í Grøv í Klaksvík er merktur av plásstroti, og tí verður hann nú víðkaður.
Áleið 250 pláss verða tøk næstu árini. Og tað er neyðugt, um Klaksvíkin skal halda fram við at vaksa, sigur Jakobina Joensen, kirkjugarðsleiðari.
Tilfarið er avgerandi
Í fyrstu syftu verður bygt út suðureftir, og um nøkur ár fer mann at halda fram við at byggja út omanfyri kirkjugarðin eisini.
Men eitt er vist: neyðugt verður tá at taka hædd fyri tilfarinum.
Tí í 2018 bleiv kirkjugarðurin Úti í Grøv útbygdur síðst, og tá gekk alt ikki eftir ætlan.
Tilfarið bleiv blandað við norskum sandi, og hesin vísti seg ikki at binda nóg væl, og tí leyp svørðurin.
Hóast tað enn er ógreitt júst hvat tilfar skal brúkast hesaferð, so er eingin ivi um, at hetta verður gjørt øðrvísi í hesum umfarinum.
Stórt arbeiði og meiri viðlíkahald
Tað tekur ár at gera nýggju gravirnar lidnar, mold skal leggjast í komandi árið, sum so skal seta seg.
Men tá arbeiðið um nøkur ár er liðugt, verður kirkjugarðurin víðkaður. Og ein størri kirkjugarður merkir eisini meira viðlíkahald.
Og tað hevur ikki altíð víst seg at vera nemt at halda núverandi kirkjugarð Úti í Grøv.
Sambært Jakobinu Joensen hevur toymið verið illa mannað, og tí hevur tað verið torført at komið á mál við øllum viðlíkahaldi.
Men nú kirkjugarðurin verður útbygdur, vónar Jakobina Joensen, at pengarnir eisini fylgja við til at halda kirkjugarðin frameftir.


























