- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nevningatingið er útsett
Nevningatingið er útsett
Eitt avgerandi vitni kundi ikki møta í málinum, har tveir menn m.a. eru ákærdir fyri harðskap og at seta eld á

Nevningatingið í Føroya rætti er útsett.
30.09.2026 - 16:08
Nevningatingið, sum skuldi vera í Føroya rætti alla hesa vikuna, er nú útsett.
Talan er um eitt mál, har tveir menn - annar er 53 ár og hin 37 - eru ákærdir fyri serligan grovan og ráan harðskap, fyri at royna at seta eld á, fyri hóttan og rán.
Hetta skal vera hent í einum sethúsum í Havn tíðliga um kvøldið 18. februar.
Málið er nú útsett, tí eitt avgerandi vitni, sum var burturstatt, kundi møta í rættinum, skrivar Frihedsbrevet.
Alt málið er tí útsett.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
























