Breddin: Fíggjarlóg og nýtt vaktarskip

Breddin: Fíggjarlóg og nýtt vaktarskip
Tvey evni eru í sendingini í dag
Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður, legði fíggjarlógina fram í gjár. Hann verður gestur í Breddanum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.10.2026 - 09:23

Í gjár kom fíggjarlógaruppskotið fyri 2027. Tað fyrsta frá nýggju samgonguni. 

Avlopið er 13,5 milliónir krónur. Avlopið kemur við hjálp av sláimaskinuni og so onkrum samanleggingum. 

Samstundis sum landsstýrismaðurin legði fíggjarlógaruppskotið fram, komu nýggju tilmælini frá ICES fyri uppsjóvarfisk næsta ár, og tey hækka øll. Serliga nógv fyri makrel, har hækkingin er 102 prosent. 

Kanska ein møguleiki at hækka inntøkurnar hjá landskassanum? 

Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í figgjarmálum, verður í útvarpsstovuni.

 

Vaktarskip

Ein stovnur, sum kundi hugsað sær nøkur oyru úr landskassanum, er VØRN, sum einki vaktarskip hevur í løtuni, nú bæði Tjaldrið og Brimil liggja. 

Serliga Tjaldrið er gamalt, tað var bygt í 1976. Í 20 ár hevur ein tekning ligið klár, men enn er onki nýtt skip komið. 

Fíggjarlógin og vaktarskipini eru evnini í sendingini í dag.

Breddin klokkan 10.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928