Lønardeildir verða lagdar saman

Lønardeildir verða lagdar saman
Nýggja deildin fær heitið "Løn landsins." Lønarsamráðingar verða framvegis sjálvstøðug funktión
Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum og lønardeildin á Galdstovuni verða lagdar saman næsta ár.
 
01.10.2026 - 14:47

Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum og lønardeildin á Gjaldstovuni verða lagdar saman í eina deild næsta ár, og nýggja deildin fær heitið "Løn landsins."

Tað hevur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum gjørt av.

Aksel V. Johannesen sigur í tíðindaskrivi, at tað verður ein fyrimunur at hava tættari samband millum uppgávurnar, sum deildirnar røkja. Eisini gevur hetta betri grundarlag at byggja upp øki, sum neyðugt er at raðfesta.

Landsstýrismaðurin boðar samstundis frá, at arbeiðsmarknaðar- og talanalysa, undirvísing og kunning verða raðfest í 2027 og 2028.

 

Lønarsamráðingar

Lønarsamráðingar verða framvegis ein sjálvstøðug funktión.

Deildarstjórin á nýggju deildini, Løn landsins, hevur ábyrgd av lønarsamráðingunum við beinleiðis tilvísing til landsstýrisfólkið í fíggjarmálum, men er í øllum øðum viðurskiftum partur av Gjaldstovuni, og vísir til avvarðandi stjóra.

Lønar- og starvsfólkafyrisitingin hjá landinum hevur yvirhøvur verið óbroytt í nógv ár, sigur Fíggjarmálaráðið.  

Sáttmálarnir fevna um lønarútreiðslur fyri meira enn  3,5 mia. kr., 12.600 persónar og 5.600 ársverk. Hjá nógvum av almennu stovnunum er lønarjáttanin bróðurparturin av tí játtan, sum stovnurin hevur at ráða yvir.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775