- Tíðindi, mentan og ítróttur
RFF er enn viðkomandi

Í ár hevur Ráðið fyri ferðslutrygd hátíðarhildið, at 50 ár eru liðin síðan eldsálir settu ráðið á stovn, tí trygdin í ferðsluni ikki var góð.
Fyrstu tíðina røkti ráðið uppgávur, sum serútbúnir ráðgevar í dag røkja, tí servitan á økinum ikki var partur av uppgávuni, tá millum annað vegir skuldu projekterast.
Hetta er tíbetur broytt, sigur stjórin Lovisa Petersen Glerfoss, sum víðari greiðir frá, at uppgávan hjá ráðnum í botn og grund er hin sama, sjálvt um fokus kanska er øðrvísi í dag:
- Grundarsteinurin hjá okkum er hugburðsbroyting, men slíkar taka tíð, sigur Lovisa, og nevnir arbeiðið við at fáa føroyingar at binda trygdarbeltið, ikki at koyra ov skjótt, og at hugsavna seg um at koyra bil, tá tey koyra bil.
- Hetta er jú alt nakað, sum fólk vita í forvegin. Fólk vita, hvat er gott fyri tey, men tað er ikki altíð, at tað er nóg mikið til at tey eisini gera tað rætta, leggur hon afturat.












