Svenska stjórnin hevur tíðindafund um trygdarstøðuna

Svenska stjórnin hevur tíðindafund um trygdarstøðuna
Tíðindafundurin verður hildin í sambandi við, at onnur evropisk lond seinastu vikurnar hava ávarað um hóttanir úr Russlandi
Ulf Kristersson, forsætisráðharri, hevur saman við øðrum ráðharrum boðað til tíðindafund um trygdarstøðuna í Svøríki.
Mynd: Christine Olsson/TT/Ritzau Scanpix  
 
06.10.2026 - 08:46

Svenska stjórnin boðar í dag í skundi til tíðindafund um "trygdarstøðuna" í landinum. 

Tað skrivar stjórnin á heimasíðu síni.

Á tíðindafundinum vera Ulf Kristersson, forsætisráðharri, Maria Malmer Stenergard, uttanríkisráðharri, Pål Jonson, verjumálaráðharri, og Gunnar Strømmer, løgmálaráðharri.

Tíðindafundurin er klokkan eitt í dag á stjórnarskrivstovunum í Stokkhólmi.

 

Onnur lond ávara um hóttanir

Hetta hendir eftir at Danmark, Týskland, Pólland og fleiri onnur evropisk lond seinastu vikurnar hava ávarað um størri hóttan móti vesturheiminum og NATO úr Russlandi.

Í Danmark hendi hetta 24. september, tá danski verjumálaráðharrin, Jeppe Bruus, millum annað ávaraði um vandan fyri álvarsligum hendingum í Danmark. 

Hetta hendi á tíðindafundi um nýggju metingina hjá fregnartænastuni hjá donsku verjuni um hóttanarstigið, skrivar TV2.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040