Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti

Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
Hóast landsstýrið ætlar at fremja sparingar, er ivasamt, um meiriluti verður fyri teimum, og hvussu haldgott er fíggjarlógaruppskotið, verður spurt í sendingini
Fíggjarlógarviðgerðin heldur fram í tinginum í dag.
 
08.10.2026 - 08:49

13,5 milliónir krónur í avlopi.

Tað vísir fíggjarlógaruppskotið fyri næsta ár. 

Men longu nú eru fleiri sparingar undir trýsti.

Sendistovan í Tel Aviv verður eftir øllum at døma kortini ikki latin aftur, kommunurnar mótmæla ætlanini um havnargjøld, og Læknafelagið rópar varskó, nú eingin nýggj játtan verður til serlæknapuljuna.

Samstundis eru stórar íløgur á skránni. 

Men hvussu haldgott er fíggjarlógaruppskotið? 

Hvussu er politiska stevið í nýggju samgonguni? 

Og hvat leggja samgongan og andstøðan áherðslu á, nú fíggjarlógin er til fyrstu viðgerð í tinginum.

Tað fara vit at viðgera saman við politisku viðmerkjarunum í dag. 

Árni Gregersen, journalistur, og Bjørt Samuelsen, fyrrverandi løgtingsforkvinna, vera í útvarpsstovuni

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391