Kristina spyr Jørgen um gegnið hjá Annfinni

bannari
Kristina spyr Jørgen um gegnið hjá Annfinni
Kristina Háfoss hevur sett Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, grein 52 fyrispurning um leiklutirnar hjá Annfinni V. Hansen, advokati
 
16.01.2014 - 13:03

Mongu kasjettarnir og gegnið hjá Annfinni V. Hansen skulu nú viðgerast politiskt.

Tað er serliga samanfallið millum leiklut hansara sum formaður í Gjaldstovuráðnum - ráðið, ið kom í staðin fyri Landsbankan - og leiklut hansara sum privatur sakførari hjá Jørgeni Niclasen, sum skal viðgerast í sambandi við ein grein 52 spurning, sum skal svarast skrivliga. 

Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi eigur fyrispurningin, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, er biðin um at svara.

Kristina Háfoss vil m.a. hava landsstýrismannin at vátta, um hann hevur  havt formannin í Gjaldstovuráðnum til at arbeiða fyri seg í persónligum málum.  Anfinn V. Hansen vendi sær vegna Jørgen Niclasen til ein journalist hjá portal.fo, í sambandi við eina grein um tollmálið hjá N. Niclasen, sum er nógv umrøtt seinastu vikurnar. 

Kristina Háfoss setur spurnartekn við, um Annfinn V. Hansen kann virka óheftur av landsstýrismanninum sum formaður fyri Gjaldsstovuráðið, og samstundis virka sum sakførari hjá sama landsstýrismanni.

Nógvir kasjettar 

Kasjettarnir hjá Annfinni V. Hansen hava verið nógvir seinastu tíðina:

- Formaður í Gjaldstovuráðnum, og harvið eisini formaður í Samhaldsfasta, sum hevur verið í samráðingum við CIP um at fíggja Eysturoyartunnilin.

- Kanningarstjóri og privatur sakførari fyri eitt nú Jørgen Niclasen. 

Eftir mikið rumbil og mangar atfinningar, tók Annfinn V. Hansen seg tó aftur sum kanningarstjóri. 

Jørgen Niclasen skal tó svara, um hann kendi til samráðingarnar millum Samhaldsfasta og CIP,  og dupultleiklutin hjá Annfinni V. Hansen og í hesum sambandi. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179