Leggur tølini á borðið

Leggur tølini á borðið
Løgmaður og landsstýrisfólk hava higartil verið uttanlands í 95 dagar
Tey eru uttanlands viðhvørt.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.10.2026 - 06:17


Løgmaður og landsstýrisfólk hava higartil verið uttanlands í 95 dagar.

Tey hava ferðast fyri tríggjar milliónir og 417.000 krónur.

Tølini eru í svari frá Beini Johannesen, løgmanni, til Steffan Klein Poulsen, løgtingsmann, sum 
spurdi um ferðaútreiðslur hjá landsstýrinum,

Landsstýrið kom 13. apríl, fyri 184 døgum síðani.

Flestu ferðadagar hevur landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum.

Hann hevur verið 30 dagar uttanlands.

Løgmaður ger vart við, at tølini fevna um allar ferðaútreiðslur hjá stjórnarráðunum, eisini teimum hjá embætisfólkum.

Størsta talið

Nógv tað størsta talið eigur Uttanríkis- og Fiskimálaráðið, tvær milliónir.

Sløk hálvonnur hoyra til uttanríkismál.

Løgmaður sigur eisini, at 2026 er eitt serligt ár til ferðing. 

Fyrst og fremst tí Danmark og Føroyar hava formansskapin í Norðurlendska ráðharraráðnum. 

Nógvir fundir í tí samband vera nú í oktober og november.

Harumframt hava Føroyar saman við Grønlandi og Danmark formansskapin í Arktiska ráðnum frá mai 2025 til mai 2027.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025