Vestmenningar og hvalbingar hava keypt Biritu

Vestmenningar og hvalbingar hava keypt Biritu
Sambært Fiskimannafelagnum liggur keypsprísurin millum 250 og 300 millónir
Felagið, sum eigur uppsjóvarskipið Biritu, selt
 
15.10.2026 - 11:08

Smápartafelagið Gráisteinur, sum eigur uppsjóvarskipið Biritu, er selt.

Tað skrivar heimasíðan hjá Fiskimannafelagnum í dag.

Sambært heimasíðuni liggur keypsprísurin millum 250 og 300 milliónir krónur.

Keypararnir eru eitt felag aftan fyri uppsjóvarskipið Vestmenning, sum skal eiga 40 prosent, og eitt felag aftan fyri uppsjóvarskipið Arctic Voyager, sum skal eiga 60 prosent, skrivar Fiskimannafelagið.

Fyrr í ár var ætlanin annars, at sp/f Gráisteinur skuldi gerast partur av einum nýggjum stórreiðaríi saman við Ango og helvtini av felagnum Kinnfelli. 

Ætlanin var komin so langt, at Kappingareftirlitið hevði góðkent hana, men samanleggingin bleiv av ongum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858