NSÍ kann taka enn eitt fet ímóti FM-heitinum

NSÍ kann taka enn eitt fet ímóti FM-heitinum
Runavíkingar eru favorittar á heimavølli ímóti 07 Vestur, og KÍ tað sama við Djúpumýru, har botnliðið B68 vitjar seinnapartin í dag
Petur Knudsen og NSÍ kunnu stíga enn eitt fet ímóti føroyameistaraheitinum á heimavølli ímóti 07 Vestur
Mynd: Leit/Finnur Justinussen  
 
18.10.2026 - 13:24

Í Meistaradeildini við monnum tekur NSÍ ímóti 07 Vestur við Løkin, har runavíkingar við einum sigri kunnu taka enn eitt fet ímóti sínum fyrsta FM-heiti síðan 2007.

NSÍ er trý stig frammanfyri KÍ undan triðseinasta umfari, men verra málúrtøkan ger, at enn ein sigur er eitt krav á heimavølli. Tað er tað í enn størri mun hjá klaksvíkingum, sum fáa vitjan av botnliðnum B68, sum kann flyta niður í dag, um úrslitini ikki laga seg til teirra fyrimun.

Útvarpið hjá Kringvarpinum sigur frá dystinum millum NSÍ og 07 Vestur, sum byrjar klokkan 15.00.

Aðrastaðni stendur nógv upp á spæl í botnstríðnum hjá EB/Streymi, sum tekur ímóti HB, Skála, sum vitjar B36, og AB, sum skal í Sarpugerð at royna seg ímóti Víkingi.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur 5.partur
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858