Zelenskyj í Oslo - gera enn eina friðarroynd

Zelenskyj í Oslo - gera enn eina friðarroynd
Ukraina hevur sjálvt biðið um, at amerikansku sendimenninir, Witkoff og Kushner, vera við í samráðingunum
Ukrainski forsetin, Zelenskyj, nýtti eisini høvi at hitta Hákun kong.
Mynd: Ole Berg-Rusten/NTB/Ritzau Scanpix  
 
20.10.2026 - 14:55

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, er í dag í norska høvuðsstaðnum, har nýggjar samráðingar um kríggið í Ukraina eru á skránni.

Við á fundinum eru millum annað norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, finski forsetin, Alexander Stubb, og serligi amerikanski sendimaðurin, Steve Witkoff.

Jared Kushner, sum eisini er sendimaður hjá Donald Trump,  er við á netinum. 

Sambært norsku stjórnini hevur Ukraina sjálvt biðið um, at amerikansku sendimenninir verða við. Endamálið er at fáa samráðingarnar um frið í Ukraina aftur á eina meira konstruktiva leið.

 

Viðurskiftini versnað

Fundurin verður hildin, eftir at sambandið millum Washington og Kyiv er versnað seinastu tíðina.

Donald Trump hevur funnist at Zelenskyj og sagt, at Ukraina ger ikki nóg mikið fyri at fáa enda á krígnum.

Samstundis hevur Zelenskyj skuldsett USA fyri at seinka veitingum av loftverjurakettum, og fyri ikki at hava ávarað Ukraina í góðari tíð undan russiskum rakettálopum.

 


Jonas Gahr Støre, Aleksander Stubb og Zelenskyj. (Mynd: Cornelius Poppe/NTB/Ritzau Scanpix)

 

Til Russlands

Sambært Reuters ætlar Steve Witkoff eisini at fara til Russlands at hitta Vladimir Putin og umrøða møguleikarnar fyri einari friðaravtalu.

Russiska stjórnin hevur í dag sagt, at hon vónar, at ein slíkur fundur kann fáast í lag í næstum.

Enn er ógreitt, um samráðingarnar í Oslo fara at hava til nøkur ítøkilig framstig við sær, skrivar Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329