- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fróðskaparsetrið fær nógv størri granskingarstuðul uttanhýsis

Fróðskaparsetrið hevur fingið munandi fleiri pengar í uttanhýsis granskingarstuðli seinastu árini, enn Setrið hevur finigð áður.
Magni Mohr, prorektari fyri gransking, sigur, at Fróðskaparsetrið er blivið professionaliserað, og at umsóknirnar, sum nú verða sendar út, eru dygdarbetri og meiri ambitiøsar enn fyrr.
Eksterni granskingarstuðulin í fjør var 29 milliónir krónur, sum er tað mesta higartil, og tað eru 68 prosent meiri enn í 2024.
Magni Mohr. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Eitt, sum sæst aftur í tølunum hjá Fróðskaparsetrinum, er stóri vøksturin í stuðlinum úr útlondum.
Fyrraárið kom umleið líka nógv úr Føroyum sum úr útlandinum. Men í fjør kom væl og virðiliga størsti parturin úr útlondum. Tað heldur Magni Mohr vera bæði gott og neyðugt.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:



























