- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eitt orkuískoyti aftrat

Skipanin um orkuískoyti úr landskassanum skal broytast, so fólk fáa størri orkuískoyti.
Tað ætlar landsstýrið.
Húski skulu fáa møguleika til at søkja um eitt orkuískoyti aftrat, 5.000 kr. aftrat, í ár.
Umsóknarfreistin verður 25. november.
Við hesum verður orkuískoytið 10.000 kr. í ár.
400 húski
400 húski fingu orkuískoyti í fyrra umsóknarumfarinum í ár.
Landsstýrið væntar, at talið verður tað sama í seinna umfarinum.
So tað kostar landskassanum tvær milliónir krónur.
Pengarnir eru longu til, tí avlop er í játtanini til familjuískoyti í 2026.
Tí er ikki brúk fyri eykajáttan, sigur landsstýrið.
Skipanin um orkuískoyti, sum fer úr gildi á nýggjárinum, verður ikki longd.


























