- Tíðindi, mentan og ítróttur
Starvið sum landsapotekari verður strikað
Starvið sum landsapotekari verður strikað
Nú er ætlanin at býta bygnaðin sundur millum Apoteksverkið og Heilsustýrið

Í framtíðini skal raksturin vera hjá Apoteksverkinum og eftirlitið hjá Heilsustýrinum.
21.10.2026 - 07:50
Lógaruppskotið um at strika starvið sum landsapotekari er komið í løgtingið úr Heilsumálaráðnum.
Landsapotekarin umsitur lógirnar um Apoteksverkið og heilivág.
Hann hevur eisini eftirlit við, at lógirnar vera hildnar.
Nú er ætlanin at býta bygnaðin sundur millum Apoteksverkið og Heilsustýrið.
Raksturin skal vera hjá Apoteksverkinum og eftirlitið hjá Heilsustýrinum.
Higartil er kravt, at landsapotekarin hevur farmaceutiska útbúgving á kandidatstigi.
Men Heilsumálaráðið heldur, at hetta kravið kann sleppast.
Í staðin skal nýggi stjórin hjá Apoteksverkinum, sum kemur í staðin fyri Landsapotekaran, kunna leita sær ráðgeving frá apotekarum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























