- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rubio: Góður fundur millum Witkoff og Zelensky

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, sigur, at hann heldur, at fundurin millum serliga amerikanska sendifólkið, Steve Witkoff, og ukrainska forsetan, Volodymyr Zelensky, var positivur, skrivar tíðindastovan Reuters.
- Brynjaður við hugskotunum, fer hann (Witkoff) nú til Sankta Pætursborg at umrøða tey við russiska partin, og vit fáa at síggja, um vit kunnu gera framstig, segði Rubio við tíðindafólk í Mumbai í India í morgun, har hann er á vitjan.
Í gjár vóru serligu amerikonsku sendimenninir, Steve Witkoff og Jared Kushner, á fundi við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelensky.
Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, og forsetin í Finnlandi, Alexander Stubb, vóru eisini á fundinum.
Tíðliga í morgun lendi Steve Witkoff í Sankta Pætursborg, skrivar Reuters, sum endurgevur russisku tíðindastovuna Tass.
Hann skal hava fund við russiska forsetan, Vladimir Putin, í dag, og við sær hevur hann nýggj uppskot um friðaravtalu, og hvat Ukraina og evropiskir leiðarar halda um støðuna í Ukraina.
Eftir fundin við Putin, Steve Witkoff aftur til Oslo, har hann skal hava nýggjar samráðingar við norska forsætisráðharran, Jonas Gahr Støre.


























