Bygdarlív

Bygdarlív 1 - Viðareiði
18-10-2026
- føroysk sendirøð frá 2006

Sjónvarpið fer nú undir eina nýggja føroyska sendirøð undir heitinum ”Bygdarlív”. Vit fara í heyst og vetur at vitja átta útvaldar bygdir kring landið til tess at geva umheiminum eina mynd av, hvat rørir seg har, tað veri seg vinnuliga, mentanarliga og sosialt. Fyrsta sendingin kemur sunnukvøldið klokkan 20 og er um norðastu bygdina í landinum, Viðareiði, sum eftir øllum at døma stavar heilt frá landnámstíðini og einaferð var høvuðsbygdin í Norðoyggjum. Bygdin er í dag ein av teimum fáu smáu bygdunum í landinum, sum – hóast hon ikki hevur mongu arbeiðstilboðini at bjóða – hevur ment seg javnt og samt seinastu hálvu øldina. Hesi árini er fólkatalið á Viðareiði nærum tvífaldað, úr 200 upp í hálvtfjórðahundrað! Fleiri ungar familjur flyta til bygdina og eru í ferð við at byggja har norðuri, og børnini fjølgast í tali. Leivur Hansen, Zacharias Hammer og Hallur Thomsen leggja sendingina til rættis.