- Tíðindi, mentan og ítróttur
Putin til reiðar at samráðast - men setir treytir

Russland er til reiðar at taka trípartasamráðingarnar uppaftur við Ukraina og USA, men innan fyri karmarnar um endaliga friðaravtalu og ikki "stutta" vápnahvíld, sigur Vladimir Putin.
Russiski forsetin viðmerkti amerikanska uppskotið um fund á høgum stigi millum amerikanarar, Ukraina og Russland í november.
- Endamálið við hesum samráðingum verður at loysa spurningin um at varandi frið hjá Ukraina og Russlandi... innan karmarnar í eini endaligari avtalu, og ikki eftir onkran stuttan steðg í krígnum, segði Putin við eitt tíðindafólk hjá almenna russiska sjónvarpinum í gjár.
Søguliga russiskt land
Putin endurtók eisini uppáhaldið um, at økini í eystara parti av Ukraina, sum Russland hevur hertikið og lagt seg undir, eru "søguliga russiskt land", sambært tíðindastovuni Reuters.
Putin legði afturat, at trípartasamráðingarnar millum Russland, Ukraina og amerikanarar snúgva seg um trygd hjá Russlandi og Ukraina, og at breiðari evropisk trygdarviðurskifti eisini skulu umrøðast.




























