- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fíggjarmálaráðið framvegis ikki góðkent sáttmálan

Enn er óvist, nær ella um Fíggjarmálaráðið fer at góðkenna semjuna millum Heilsuhjálparafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Tað upplýsir Fíggjarmálaráðið fyri Kringvarpinum í dag.
16. oktober gjørdu partarnir trý ára sáttmálasemju, men Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, skal góðkenna hana, áðrenn hon kann koma í gildi.
Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, segði í útvarpstíðindunum um vikuskiftið, at verður semjan ikki góðkend, fer Heilsuhjálparafelagið ikki at samráðast meira. Og so er bara verkfall eftir:
Jan Sjóstein, stjóri á Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum, upplýsir fyri Kringvarpinum, at semjan framvegis verður viðgjørd.
Spurdur, nær ein avgerð kann væntast, hevur hann onga viðmerking.




























