Koppseting fyri krabbamein gjørdi stóran mun

Koppseting fyri krabbamein gjørdi stóran mun
Vandin fyri afturstigi ella deyða minkaði 42 prosent, og vandin fyri, at sjúkan breiddi seg, minkaði 38 prosent
Kanningin vísir, at koppingarevni fyri krabbamein hjá fyritøkunum Moderna og Merck gera stóran mun.
Mynd: Bloomberg  
 
26.10.2026 - 14:44

Koppseting fyri krabbamein við koppingarevni frá heilivágsfyritøkunum Moderna og Merck minkaði um vandan fyri afturstigi ella deyða 42 prosent hjá sjúklingum við melanom ella húðkrabba, skrivar Reuters.

1100 sjúklingar vóru koppsettir saman við mmunviðgerðini Keytruda. 

Vandin fyri, at krabbameinssjúkan breiddi seg, minkaði 38 prosent.

Koppsetingin er grundað á broytingar í ílegum. Tær eru serstakar fyri svullin hjá hvørjum einstøkum sjúklingi. 

Hon er sett saman við rúsevni, sum hjálpir immunverjuni at berjast ímóti krabbameininum.

Úrslitini eru grundað á sjúklingadátur frá fyrstu tveimum árunum eftir viðgerðina, og verða løgd fram á evropiskari krabbameinsstevnu í Madrid í morgin.

Feløgini boðaðu í august frá, at kanningin hevði rokkið sínum máli, men fóru ikki í smálutir um úrslitini tá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541