- Tíðindi, mentan og ítróttur
Valið í Ísrael: Netanyahu er á odda

Nú gott og væl 80 prosent av atkvøðunum eru tald upp eftir tjóðartingsvalið í Ísrael í gjár, eru Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri í Ísrael, og hansara politisku stuðlar framvegis á odda.
Sambært ísraelskum miðlum stendur samgongan hjá Netanyahu til at fáa 54 av teimum 120 sessunum í tjóðartinginum, Knesset.
Andstøðuflokkarnir við Gadi Eisenkot á odda stendur til at fáa 49 sessir, meðan teir báðu arabisku flokkarnir standa til at fáa 17 sessir.
Tað krevjast 61 sessir fyri at fáa meiriluta í ísraelska tjóðartinginum.
Petur Petersen.
Petur Petersen, sendimaður í Ísrael, sigur, at tað verður torført hjá bæði Benjamin Netanyahu og andstøðuleiðararnum, Gadi Eisenkot, at skipa stjórn:





















