Einki endurgjald fyri læknahjálp

Einki endurgjald fyri læknahjálp
Heilsutrygd fær einki endurgjald frá norska NAV, fólkatrygdini, fyri tað, sum Heilsutrygd veitir teimum, sum gjalda til NAV og ikki til Heilsutrygd
Meginreglan er, at endurgjald kann ikki krevjast úr øðrum londum.
 
02.11.2026 - 06:53

Heilsutrygd fær einki endurgjald frá norska NAV, fólkatrygdini, fyri tað, sum Heilsutrygd veitir teimum, sum gjalda til NAV og ikki til Heilsutrygd.

Eingin avtala er um endurgjald frá NAV.

Fólk, sum rinda heilsutrygdargjald í øðrum Norðurlandi, kunnu søkja um at sleppa undan at gjalda til Heilsutrygd.

Men lógin, sum sigur tað, nevnir einki um, at hesi fólk missa rættin til veitingar frá Heilsutrygd. 

Tað sigur Eyðdis Hartmann Niclasen landsstýriskvinna, í svari til Ruth Vang, løgtingskvinnu.

Fólk, sum búgva í Føroyum og eru undantikin heilsutrygdargjaldi við tilvísing til norðurlendska sáttmálan um sosiala trygd, hava tí framvegis rætt til veitingar frá Heilsutrygd sambært lógini um heilsutrygd. 

Meginregla

Tað er tó ikki bara Heilsutrygd, sum ikki fær endurgjald úr øðrum Norðurlandi.

Tí sambært sáttmálanum um sosiala trygd, siga Norðurlondini frá sær møguleikan at krevja endurgjald frá øðrum landi.

Hetta er meginreglan.

Men møguligt er kortini at gera avtalu um endurgjald fyri útreiðslur til tænastuveitingar, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860