- Tíðindi, mentan og ítróttur
Virðislønir Norðurlandaráðsins
Norðurlendsk mentan verður fagnað í Helsinki týsdagin 27. oktober, tá Norðurlandaráðið handar sínar fimm árligu virðislønir, sum heiðra tað besta innan norðurlendskar bókmentir, film, tónleik, barna- og ungdómsbókmentir, umframt arbeiðið fyri umhvørvinum. Vinnararnir fáa 300.000 kr og eina standmynd. Tað verður kunngjørt 20. oktober hvør vinnur. Í ár eru fleiri føroyingar í uppskotið. Sólrún Michelsen og Annika Øyrabø fyri bókina ´Sjókæti´, Marjun Syderbø Kjelnæs fyri bókina ´Marta, Marta´ og heimildarfilmurin ´Birita´, sum Búi Dam leikstjórnar.

Virðislønir Norðurlandaráðsins
Á hvørjum ári latast "Virðislønir Norðurlandaráðsins" framúrskarandi avrikum innan bókmentir, tónleik, film og umhvørvi.
Endamálið er at varpa ljós á norðurlendska mentan, skapandi arbeiði, burðardygga menning og samstarvið millum Norðurlond.

