- Tíðindi, mentan og ítróttur
143 nýggir persónbilar í oktober
143 nýggir persónbilar í oktober
Innflutningurin av nýggjum persónbilum var tvífalt so stórur sum í oktober í fjør

Frá januar til og við oktober í ár eru tilsamans 1.262 nýggir persónbilar skrásettir.
Mynd: Bárður Lydersen
03.11.2026 - 10:13
Meir enn tvífalt so nógvir nýggir persónbilar vórðu skrásettir í oktober í ár samanborið við oktober í fjør.
Akstovan hevur kunngjørt seinastu hagtølini um skráseting av nýggjum bilum, og tey siga millum annað, at í oktober í ár vórðu 143 nýggir persónbilar skrásettir.
Í oktober í fjør vórðu 69 nýggir bilar skrásettir, og sostatt er talan um ein vøkstur upp á meir enn 100 prosent.
Frá januar til og við oktober í ár eru tilsamans 1.262 nýggir persónbilar skrásettir.
Fyrstu tíggju mánaðirnar í fjør var hetta talið 1.040. Tað er sostatt ein vøkstur upp á 222 bilar ella góð 21 prosent.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























