Viðgerðardóm fyri at hava havt samlegu við barn

Viðgerðardóm fyri at hava havt samlegu við barn
Maðurin, sum er dømdur fyri fimm brot á revsilógargreinina, játtaði seg sekan
Um fimm ár skal støða takast til, um dómurin skal leingjast.
 
04.11.2026 - 08:39

Ein maður hevur í Føroya rætti fingið viðgerðardóm fyri at bróta greinina í revsilógini, sum er um samlegu við barn, sum er yngri enn 15 ár.

Hann er dømdur fyri fimm brot á revsilógargreinina.

Tað var í 2024, tá hann royndi at hava samlegu, ella hevði samlegu við tvær gentur, sum tá vóru 13 ár.

Maðurin var tá 19 ár. Hann játtaði seg sekan. 

Hann fekk viðgerðardóm, tí mentalkanningin segði, at hann var ikki egnaður at fáa fongsulsrevsing.

Um fimm ár skal støða takast til, um dómurin skal leingjast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891