- Tíðindi, mentan og ítróttur
USA lovar samsýning
USA lovar samsýning
Amerikanska uttanríkisráðið bjóðar 20 milliónir dollarar í løn fyri hvørja upplýsing um kjarnorkuætlanina hjá Iran

Kjarnorkuverk í Iran
07.11.2026 - 10:50
Upphæddin svarar til umleið 134 milliónir krónur. Uttanríkisráðið lovar eisini, at øll, sum lata upplýsingar, kunnu møguliga flyta bústað.
Herleiðslan hjá amerikanska herinum í Miðeystri, Centcom, kunngjørdi í gjár boðini um samsýning, hetta hóast Donald Trump, forseti, fleiri ferðir hevur sagt, at iranska kjarnorkuætlanin liggur í sori.
Møguleikin fyri samsýning stavar frá "Lønir fyri rættvísi"-skránni hjá amerikanska uttanríkisráðnum. Ráðið vil hava upplýsingar um kjarnorkuætlanina hjá Iran, eitt nú um støðir, útgerð og starvsfólk, sum arbeiða har, - og um fólk í granskingarumhvørvinum, skrivar Centcom, sambært NTB.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV























