EM-kvinnurnar tiknar út

EM-kvinnurnar tiknar út
Tær 16, sum skulu spæla EM-endaspæl fyri Føroyar í Póllandi í desember, eru tiknar út. Onkur broyting er í hópinum í mun til venjingardystirnar ímóti Eysturríki í oktober
 
09.11.2026 - 12:44

Eftir venjingarlegur og venjingardystir síðstu mánaðirnar, hava Claus Mogensen og Simon Olsen tikið tær 16 út, sum skulu spæla fyri Føroyar til EM-endaspælið í hondbólti í desember.

Onkur broyting er í mun til væleydnaðu venjingardystirnar á útivølli ímóti Eysturríki í oktober.

Sum væntað er Lív Bentsdóttir Zachariasen úr Ajax København við aftur, eftir at hon breyt fingurin fyrr í kappingarárinum, og Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe úr H71 er eisini tikin út - hesa ferð sum bakkur í staðin fyri vongur.

Rakul Borgarlíð Joensen úr VÍF og Silja Geirsdóttir Eystberg úr Ajax København mugu víkja í fyrstu syftu, í hvussu er. Súna Krossteig Hansen, sum telist millum bestu føroysku spælararnar, er skadd og ikki tøk til EM-endaspælið.

 

Føroyski hópurin:

Málverjar
Rakul Wardum, Skanderborg Håndbold (DEN)
Annika Fríðheim Petersen, Gniezno (POL)

Bakkar
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, København Håndbold (DEN)
Marita Mortensen, Nykøbing Falster Håndboldklub (DEN)
Fríða Nolsøe Olsen, BK Ydun (DEN)
Ró Reginsdóttir, Neistin
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)

Vengur
Brynhild Pálsdóttir, BK Ydun (DEN)
Joan Rúnadóttir Johannesen, KA Akureyri (ISL)
Rannvá Olsen, Ejstrup/Hærvejen (DEN)
Christina Turiðardóttir Arge, Hadsten Håndbold (DEN)

Strikur
Pernille Brandenborg, CSM Bucharest (ROU)
Vár Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)
Agatha Kjærbæk Djurhuus, KA Akureyri (ISL)

 

Fyrireika seg móti harðari mótstøðu

Føroyska liðið savnast til venjingar mánadagin tann 23. november í Havn og er saman fram til EM-endaspælið byrjar 5. desember. Mikudagin 25. november ferðast liðið til Tróndheim í Norra, har Føroyar spæla tveir fyrireikingardystir móti Noreg og Danmark. Liðið kemur síðani heimaftur til Føroyar og venur saman til fráferð til Póllands hósdagin 3. desember, har leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út.

Leygardagin 5. desember: Føroyar – Ukraina
Mánadagain 7. desember: Frakland – Føroyar
Mikudagin 9. desember: Føroyar – Pólland

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328