Breddin: Málið um Bakkafrost

Breddin: Málið um Bakkafrost
Kann ein fyritøka gerast ov stór til, at myndugleikarnir tora at ganga ímóti henni, verður spurt í sendingini í dag
Fyrst vórðu partar av málinum um Bakkafrost sleptir og kravið minkað niður í eina millión krónur, og nú hevur Føroya rættur staðfest, at málið er fyrnt.
 
10.11.2026 - 09:18

67 milliónir krónur.

So stóra bót helt Heilsufrøðiliga starvsstovan í 2021, at Bakkafrost skuldi fáa fyri lógarbrot.

Men fimm ár seinni er støðan ein heilt onnur.

Fyrst vórðu partar av málinum sleptir og kravið minkað niður í eina millión krónur, og nú hevur Føroya rættur staðfest, at málið er fyrnt.

Tað merkir, at rætturin ikki hevur tikið støðu til, um Bakkafrost hevur brotið lógina.

 

Kann ein fyritøka gerast ov stór?

Men hetta málið leggur eisini upp til ein størri spurning.

Kann ein fyritøka gerast ov stór til, at myndugleikarnir tora at ganga henni ímóti?

Hvat hendir, tá ein fyritøka gerst so stór og so týdningarmikil fyri eitt samfelag, at myndugleikarnir kunnu koma undir trýst?

Og hvussu tryggja vit, at somu reglur galda fyri øll - eisini landsins størstu fyritøkur?

Tað seta vit sjóneykuna á í sendingini í dag.

Breddin klokkan 10.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520