- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja bíða við yvirtøku

Samgongan mælir frá at yvirtaka løgreglu, ákæruvald og brotsmálaumsorgan nú.
Tað er annars uppskotið hjá Tjóðveldi.
Uttanlandsnevndin hevur viðgjørt uppskotið á trimum fundum og skrivað álit.
Meirilutin í nevndini sigur, at drúgva frágreiðingin, sum føroysk og donsk embætisfólk skrivaðu um møguliga yvirtøku í 2003, skal endurskoðast.
Landsstýrið er í ferð við at endurskoða og dagføra frágreiðingina.
Hetta arbeiðið verður væntandi liðugt næsta ár.
Tjóðveldi og Framsókn mæla tíl í álitinum at fremja yvirtøkuna, tó ikki í 2028, men í 2030.
Høgni Hoydal og Bjarni Kárason Petersen siga, at í viðgerðini í uttanlandsnevndini er greitt og eyðsýnt komið fram, at løgreglan, ákæruvaldið og brotsmálaumsorganin vera stýrd og umsitin uttan um alt fólkaræði og fólkavaldar myndugleikar í Føroyum.
Uttanlandsnevndin hevur fingið at vita frá ríkisløgregluni, at løgregla og ákæruvald í Føroyum kosta 181,3 mió. kr. um árið.



























