Lítið av feskfiski komið upp á land

Lítið av feskfiski komið upp á land
Í fjør vórðu 71-túsund tons avreidd og tað er tað lægsta seinastu 20 árini
Av toski varð avreitt áleið tað sama í 2013 sum í 2012
 
22.01.2014 - 15:34

71 túsund tons av feskfiski vórðu avreidd í fjør, og er tað so lítið, at leitast skal aftur til kreppuárini fyrst í 1990´unum fyri at finna líknandi tøl, skrivar Hagstovan á heimasíðuni.

Væl minni av upsa varð avreitt í 2013. Meðan toska- og hýsunøgdin hevur verið lág seinastu nógvu árini, hevur upsafiskiskapurin annars verið betri.

Men seinastu 3 árini hevur nøgdin av upsa eisini verið nógv fallandi.

Eingin broyting við toski 

Av toski varð avreitt áleið tað sama í 2013 sum í 2012. Her er toskurin, sum varð fingin á Flemish Cap við í tølunum. Kvotan á Flemish Cap í 2013 var 3.100 tons. Hon er áður ikki komin gjøgnum avreiðingarskipanina.

Hýsunøgdin vaks 20% í mun til fyrraárið, men er enn lág. Í fjør vórðu bert avreidd góð 3.000 tons, samanborið við um 20.000 tons í miðal árini 2001-2007, skrivar Hagstovan á heimasíðuni.

Tølini fyri feskfiskaveiðuna fevna um feskfisk hjá føroyskum skipum, sum er farin um avreiðingarskipanina, tó er uppsjóvarfiskur undantikin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. apríl
Morgunlestur leygardagur 25.apríl 2026
207139
Fríggjadag 24. apríl
Vikuskiftið 24 apríl 2026
207545
Fríggjadag 24. apríl
LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)
207536
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533