Mannakor og korona - mikudagar klokkan 16.05

Mannakor og korona - mikudagar klokkan 16.05
Í dag kemur 1. partur av eftirmetingini av koronufarsóttini, sum setur mannarættindi og fólkaræði í miðdepilin.
 
18.11.2026 - 09:36

Tað var síðst í desember í 2019, at kovid 19-virusið varð skrásett í Wuhan í Kina.

Vit fylgdu øll við, meðan virusið spakuliga nærkaðist, og síðani rakti okkum fyrst í 2020. Síðani fingu vit víðfevnd tilmæli, og samfelagið varð latið aftur. Treytað av almennu smittutølunum varð frælsi hjá føroyingum meir ella minni skert. Avbjóðingar vóru í samfull tvey ár, meðan koronufarsóttin vardi.

korona-6.jpg

Caption: 
Tìðindafundir í Tinganesi í 20202 við Michael Boolsen, fúta, Bjarna á Steig Nielsen, løgmanni, Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum, og Lars Fodgaard Møller, landslækna.

 

Síðani vísir tað seg, at deyðatíttleikin av koronufarsóttini var sum eitt vanligt krím, bæði her hjá okkum og í øllum grannalondunum. Tilmælini um maskur og tveir metra frástøðu, sum høvdu við sær, at samfelagð varð latið aftur, eru vísindaliga ivasom. Og, vit fingu ongantíð nógv umrødda hópimmunitetin, tí neyðgóðkenda Pfizer BioNTech mRNA- koppsetingin steðgaði ikki smittu.

 

korona-8.jpg

Caption: 
Undir Bryggjubakka. Vit skuldi halda frástøðu.

 

Tað hevur nærum verið tøgn um koronufarsóttina, men í krókunum hevur tosið gingið. Um brot á mannarættindi og skert talufrælsi. Um avleiðingar á fólkaræði og á kropp og sinn av tí, sum fyrifórst í koronutíðini.

 

korona-12.jpg

Caption: 
Føroyingar høvdu heimsmet í at testa seg fyri koronu.

 

Í fýra pørtum spyrja vit, hvussu korini hjá teimum eldru, børnunum og vanligu føroyingunum vóru undir koronufarsóttini. Vit hyggja í baksepegilin við kerligari umsorgan fyri øllum føroyingum og við fólkaræði í miðdepilinum.

Fyrsti partur er í útvarpinum í dag kl. 16:05.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. november
Vitan
216375
Týsdag 17. november
Vitan
216297
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470