Blái Krossur: Nýggjur leiðari fyri sosialu eindini

Blái Krossur: Nýggjur leiðari fyri sosialu eindini
Toftamaðurin, Ovi Brim, skipa diakonala arbeiðið hjá Bláa Krossi í Føroyum
Fremsta avbjóðingin er allatíðina at halda fast í, at vit standa í diakonalum arbeiði, sigur Ovi Brim
Mynd: blakross.fo  
 
23.01.2014 - 15:14

27 ára gamli, Ovi Brim, byrjaði í starvinum á sosialu eindini fyrsta januar.

- Eg gleði eg meg til at seta nøkur sosial-diakonal tiltøk í verk í dagtilhaldinum, Skjólið, í Kongagøtu í Havn. Hetta er sera týdningarmikið virksemi. Skjólið skal verða stað, har Kristus, kærleiki og kaffi verður bjóða menniskjum, sigur hann við blakross.fo.

- Skjólið verður rikið við sjálvbodnari arbeiðsmegi, og avbjóðingin er eisini at fáa fleiri sjálvbodnar hendur at virka í Skjólinum, sigur hann.

 Ovi Brim uttanfyri Skjólið í Kongagøtu                                               foto: Blakross.fo

Ovi Brim er nýliga útbúgvin gudfrøðingur á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. 

Hóast ungur á aldri, hevur hann verið víða um, - úr egningarskúri, landingarmiðstøð, bensinstøð, bakaríi og timburarbeiði, yvir í lønt kirkjutænarastarv, heimahjálp og arbeiði á bústovni, skrivar blakross.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290