- Tíðindi, mentan og ítróttur
Burnham undir trýsti um boring á Rosebank

- Tað kann fáa stóran týdning fyri møguliga boring í Rosebank-økinum nærhendis Føroyrum, at bretski forsætisráðharrin, Andy Burnham, nú er komin undir trýst.
Tað heldur Jan Müller, journalistur í orkumálum.
Bretland tók saman við ES og fleiri øðrum samstarvsbólkum og londum frástøðu frá uppskotinum á veðurlagsráðstevnuni um endaligu semjuna, sum hvørki nevndi fossilar orkukeldur, ella heitti á londini um so líðandi at minka nýtsluna av olju, gassi og koli.
Jan Müller.
Bretland fanst at tí, sum landið rópti eina miseydnaða ráðstevnu, meðan umboðsfólk fyri ES søgdu, at oljulond høvdu “rænt” samráðingarnar.
Hetta skriva fleiri bretskir miðlar, nú úrslitið frá Cop31 verður gjørt upp - samstundis, sum bretska stjórnin skal taka endaliga støðu til umstrídda oljuútbygging.
"Vit mugu lata fossilu orkukeldurnar liggja í jørðini. Vit mugu gera íløgur í varandi orkukeldur. Vit mugu fáa ræði á okkara egnu orkuframleiðslu, so vit kunnu lækka orkurokningarnar hjá húsarhaldum og vinnulívi. Okkara stjórn má vísa altjóða leiðslu og steðga Rosebank, sigur Zack Polanski, leiðari í Grøna flokkinum, sambært heimasíðuni orkan.fo.
Hoyr samrøðu við Jan Müller í útvarpstíðindunum:

























